Petur Hans Dahl við Krosslið, keypmaður á Tjørn, sum fekk handilsloyvið 9. mai 1868.
Sum sæst hevur hann heiðursmerki á bringuni (Dannebrogsmændenes Hæderstegn). Hann – saman við beiggjanum Jacob Dahl á Gørðunum – gjørdust dannebrogsmenn í 1878, eftir at teir í 1875 lótu byggja tann fyrsta skúlabygningin í Vági, sum var ein skúlastova, sum stóð á sama stað, sum gamli skúlin (vestari endin á skúlanum).
Gamli skúlin er frá 1884, tá ið henda skúlastovan varð umvæld og bygt varð uppí úteftir (í einari hædd) til læraraíbúð.
Á myndini eru: Petur Hans Dahl (f. 18. jan. 1843 – d. 10. nov. 1931).
Árstal:
Myndina tók:
Myndina hevur Bygdasavnið fingið frá Poul Andreasen.