Um síðuna

Ein partur av virkseminum hjá Vágs Sóknar Bygdasavni fevnir um at savna inn gamlar myndir úr Vági. Bygdasavnið fær javnan myndir frá fólki og ikki minst verður eitt stórt arbeiðið eisini gjørt við at uppsøkja fólk, sum eiga gamlar myndir úr Vági.

Bygdasavnið hevur áhugað í øllum myndum, sum onkursvegna hava tilknýtið til Vág ella eru úr Vági.

Myndir úr savninum hjá Vágs Sóknar Bygdasavni verða nú lagdar út á hesa heimasíðuna, soleiðis at áhugaði kunnu síggja og fáa gleði av myndunum. Vónandi verður tikið væl ímóti tiltakinum.