Pløgir eftir bumbuálop á Marknoyri

Pløgir eftir bumbuálop á Marknoyri

Trýst á myndina fyri at fáa myndina í fullari stødd!

Lagt út: 15. mar. 2012

Myndaevni: Seinni Heimsbardagi

Um myndina:

Erling Magnussen pløgir á Marknoyri eftir bumbuálop á Vág.

Eitt týskt flogfar gjørdi 4. februar 1942 álop á Vág. 4 bumbur vórðu tveittar á Marknoyri. Allar brustu ikki, tí tá farið varð undir at grava út fyri Eldrasambýlinum, varð komið fram á eina bumbu, sum ikki var brostin. Hon varð flutt í grótbrotið í Skørðunum í Porkeri, har hon varð sprongd.

Umframt at bumba á Marknoyri skjeyt flogfarið eisini við maskinbyrsu á leigini inn yvir bygdina. M.a. varð skotið niður gjøgnum takið á húsum við Krosslið. Petur Nolsø eigur húsini í dag, sum eru varðveitt í upprunastandi. Holini eftir kúlunum eru enn bæði í loftinum, songarstokkinum og í gólvinum.

Á myndini er: Erling Magnussen 

Árstal: 1942.

Myndina hevur Bygdasavnið fingið frá Henrikku Joensen.

Hevur tú viðmerkingar til myndina, veitst tú nøvn á persónum, árstal ella annað, so er at skriva tað niðanfyri