Týskt flogfar bumbaði í Vági 4. februar 1942

Tann 4. februar 1942 kom eitt týskt flogfar inn yvir Vág. Flogfarið legði leiðina inn yvir Marknoyri og slepti har fýra bumbur. Flogfarið helt leiðina áfram vestur yvir Vág og skutu teir við maskinbyrsu frá flogfarinum, meðan flogfarið fleyg vestur yvir bygdini.

Nú 70 ár seinni er ein mynd komin undan kavi, sum er tikin av júst hesum flogfarinum. Lydia Vestergaard (gift Larsen) var farin út í túni at taka mynd av børnum frammanfyri húsini. Meðan tey standa frammanfyri húsini hoyra tey bumbur bresta, maskinbyrsuskot og larmin frá einum flogfari. Lydia ger skjót av og tá flogfarið flýgur yvir húsunum, tekur hon mynd av tí.

Lydia giftist til Porkeris og hevur myndin verið hjá teimum í Gjørðum í Porkeri øll hesi árini. Og hagani hevur Vágs Sóknar Bygdasavn nú fingið myndina.

Torgir Strøm í Porkeri skannaði myndina inn og Rógvi N. Johansen reinsaði myndina.

Leggjast kann afturat, at bert tríggjar av bumbunum, sum flogfarið slepti á Marknoyri, brustu. Tann fjórða varð funnin tá grivið varð út fyri Eldrasambýlinum í Vági. Bumban varð tá flutt í grótbrotið í Porkeri og sprongd.

Árstal: 1942

Myndina tók: Lydia Vestergaard (gift Larsen)

Author: Admin

5 thoughts on “Týskt flogfar bumbaði í Vági 4. februar 1942

  1. Góðu tit.

    Sera áhugaverd heimasíða…

    Síðani vit høvdu stubban á Portalinum um forvitnisligu myndina av týska bumbuflúgvaranum yvir Vági, hevur ein lesari, Olaf berg Nielsen, gamal prentari, sum nú býr í DK, gjørt meg varugan við, at onkur misskiljing má vera íkomin.

    Hann sigur, at einasti týsku flúgvarar sum kundu flúgva so langt, sum úr Stavanger til Føroyar og aftur, vóru Junkers Ju88 og Messerschmidt Me110.

    Hann hevur skrivað grein um hetta í Norðlýsinum 1. sep. 2009.

    Hann sigur, at flúgvarin á myndini er er ikki týskur, men ein enskur Vickers Wellington bumbuflúgvari.

    Hetta, tykkum til kunningar, tí eg veit ikki hvat er rangt ella rætt í hesum føri, men kanska fær hetta minnið fram fyri onkran?

    Vinarliga

    Áki Bertholdsen

  2. Í framhaldi av viðmerkingini omanfyri, kann eg leggja afturat, at Olaf Berg Nielsen sigur nú, at hann hevur fingið váttað frá einum enskum flúgvara-serfrøðingi, at talan er um ein enskan Wellington flúgvara og ikki ein týskara….

    vinarliga

    Áki Bertholdsen

  3. Myndin er av einum Heinkel He111

    Eftir at myndin av týska flogfarinum, sum bumbaði í Vági 4. februar 1942, kom undan kavi, hevur ivi verið sáddur, um talan er um týskt bumbuflogfar ella eitt bretskt flogfar.

    Vágs Sóknar Bygdasavn tók tí samband við Royal Air Force Museum í London fyri at fáa greiði á spurninginum. Bygdasavnið hevur nú fingið svar frá einum serfrøðingur, Bryan Legate á Royal Air Force Museum í London.

    Í brævi skrivar Bryan Legate:

    The picture of the attacker is quite blurry, however I am 99% certain that the aircraft is in fact a Heinkel He111; this is because of the shape of the engine nacelles and the fact the nose is asymmetrical- the angle the picture is taken from distorts the shape of the wings making them look thinner than usual. The He111 H model had a range of around 1,212 miles so could easily reach the Faroe Islands and back from bases in Norway. It is likely an aircraft of Kampfgeschwader 26 who were operating He111’s in Norway at that time.

    Niðurstøðan er sostatt greið, talan er um eitt Heinkel He111 flogfar, sum helst var partur av Kampfgeschwader 26, sum helt til í Stavanger í Norra.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *