Mynd tikin umborð á Alduni TG 26.
Sluppin Aldan TG 26 varð bygd í Darthmouth í Stóra Bretlandi í 1878. Aldan var 81 BRT til støddar. Eigari av Alduni var Jaspur A. Hjelm á Løðhamri í Vági.
Aldan var fyrsta skip í Føroyum, sum fór av krígsávum. Hin 25. juli 1940 fór Aldan av Vági til Aberdeen við ísaðum bátafiski. Um ein kavbátur ella mina var teimum 6 monnunum at bana, fær ongin nakrantíð greiði á, men eftir at Aldan hvarv, var øllum greitt, at krígsvandin var ein hættisligur veruleiki.
Manningin sum fórst við Alduni vóru: Jens Mohr Augustinussen (skipari), Edvard Lamhauge (bestimaður), Sámal Johannus Bech (motorpassari), Petur Linjon Kjærbæk, Petur Juul Danielsen og Petur Bech, allir búsitandi í Vági.
Á myndini eru: Hans Jacob Hjelm (hjá Jaspuri), Jens Mohr Augustinussen og Leivur Hjelm.
Árstal:
Myndina hevur Bygdasavnið fingið frá Monrad Dalbúð.
Mennninir eru: Hans Jacob Hjelm hjá Jaspuri, Jens Mohr og Leivur Hjelm