Fiskanes II landar í Vági

Fiskanes II landar í Vági

Trýst á myndina fyri at fáa myndina í fullari stødd!

Lagt út: 20. dec. 2017

Myndaevni: Fiskaarbeiði,Skip

Um myndina:

Fiskanes II landar í Vági.

Fiskanes II var heimahoyrandi í Sumba frá 1973 til 1977, tá P/r A. M. L. Kjærbæk átti Fiskanes II.

Fiskanes II varð smíðaður á Hou Skibs & Bådebyggeri í Hou í Danmark í 1947 og varð keyptur til Føroyar sum Dúgvuberg í 1957, eigari var Dánjal Jacobsen. Í 1973 var Dúgvuberg seldur til Sumbiar.

Myndin er sostatt frá tíðarskeiðinum 1973 til 1977. Polarborg II er eisini á myndini, og Polarborg kom til Vágs í 1975, so myndin er frá árunum 1975-1977.

Á myndini: 

Árstal: 

Myndina tók: 

Myndina hevur Bygdasavnið fingið frá Jóhan Páll Joensen.

1 Comment

  1. J.Absalonsen

    menninar eru frá vinstru Jákup Pauli í Hovi Sunnleif Hjelm, Hendrik hjá
    Petur Kristiani,og Aksal Vestureið,

Hevur tú viðmerkingar til myndina, veitst tú nøvn á persónum, árstal ella annað, so er at skriva tað niðanfyri