1 thought on “Myndir úr Kálhaganum

  1. Húsini við Kráir
    Abbin, Jákup Pauli Midjord, er føddur í hesum húsinum í 1899, sostatt eru húsini eldri enn tað. Myndin er frá miðskeiðis í 1920’unum, tí abbin gjørdi kvistarnar og legði bylgjutak á. Elsta dótturin, Tina King, sum verður 90 ár, er fødd her, eftir at kvistarnir vóru gjørdir.
    Í eystara enda sæst flaggstong við Merkinum, og er mær sagt, at langabbin, Thomas Johan Midjord, sum var løgtingsmaður fyri gl. Sjálvstýri frá 1924-28, flaggaði við føroyska flagginum í 1921.
    Køkurin var upprunaliga í vestara enda í kjallaranum, men bleiv seinni fluttur upp í miðhæddina.
    Steinurin í túninum uttanfyri kjallaravindeygað í vestara enda, minnist eg, at vit bukaðu fisk á.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *