Beinisvørð og Gullsøki við kei í Vági

Damptrolarin Beinisvørð við kei í Vági. Uttaná honum liggur Gullsøki úr Vestmanna, hann sleipaði Beinisvørð til Odense, har báðir blivu upphøgdir. Gunnar Hansen, heilsølumaður úr Havn, keypti teir.

Beinisvørð varð upphøgdur í 1956.

Gullsøki VN 336 hjá p/f Vár er fyrrverandi Heini Havreki úr Húsavík. Kanska D. P. Højgaard hevði hann um hendur í síðstuni.
Tá hann kom á Vág eftir Beinisvørð, hivaði Gullsøki trolspælið  av Beinisvørð uppá keiina og sett vestan fyri keihúsið. D. P. Højgaard ella teir sum átti Havborgina høvdu keypt tað. Spælið var nýtt. Tá Havborgin fór til Norra til umbyggingar, kom hon á Vág eftir spælinum, spælið bleiv bygt um til oljutrýst
Manningin á Gullsøka var av Toftum ella har umleiðir

Á myndini:

Árstal:

Myndina tók:

Mynd úr myndaalbum hjá Annu Petersen (Annu hjá John). Myndina hevur Bygdasavnið fingið frá Óla Petersen.

 

 

Author: Admin

4 thoughts on “Beinisvørð og Gullsøki við kei í Vági

  1. Trolarin uttanfyri Beinisvørð er møguliga bretskur? Tað sær út sum eitt skotsk flagg er á skorsteininum.

  2. ja, hatta minnist eg væl, tá ið Gullsøki sleipaði Beinisvørð, sum ikki kundi sigla sjálvur, niður til upphæggingar

  3. Tað var stuttligt at síggja myndina, tí “Gullsøki” er einasta skip (trolari), ið eg havi verið við. Eg var tá 15 ára gamal. Vit fóru av Vestmanna 24. apríl 1955, kl. 11.30 yvir til Grønlands. Pápi mín, Jóan Petur Poulsen á Lofti og tvey ár eldri beiggi mín, Sigmund, vóru eisini við. Vit komu heimaftur 15. juli. Hetta gjørdist mín einasti túrur til skips, vegna vanlukku, ið rakti heim okkara sama dag, tá 8 ára ganli beiggi mín druknaði. Skipari hendan túrin var Hassi Durhuus úr Vestmanna, stýrimenn vóru Steingrim Kristoffersen og Frits Johannesen, allir úr Vestmanna. Eg vil fegin fáa fleiri upplýsingar um Gullsøka. Kanska onkur veit meiri at siga mær um Gullsøka.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *