Á hestbaki

Á hestbaki

Trýst á myndina fyri at fáa myndina í fullari stødd!

Lagt út: 14. aug. 2012

Myndaevni: Fólk í bygdini

Um myndina:

Edmund Djurhuus og smádrongur á hestbaki (drongurin er møguliga Kurt, sonur Elin við Hvanndalsá, sum doyði ungur).

Á myndini eru: Edmund Djurhuus og xx.

Árstal:

Myndina tók: Sanna við Hvanndalsá

Bygdasavnið hevur fingið myndina frá Elisabeth Joensen. Maður Elisabeth, Alvin Joensen (sáli), bjargaði eina rúgvu av negativum hjá Sannu við Hvannadalsá, sum skuldu beinast burtur, hesi hevur Bygdasavnið fingið og eru tey skannaði inn.

Um Sannu við Hvanndalsá Sanna við Hvanndalsá – ella Susanne Djurhuus (*05.06.1895 – †03.05.1973), sum hon varð doypt – var á ungum árum í Danmark og lærdi til sjúkrasystur. Og tá fekk hon eisini áhugað fyri myndatøku og tók nógvar myndir, sum vit í dag hava gleði av. Tær flestu myndirnar eru merktar við tekstinum “parti fra…” og eru myndirnar tí lættar at kenna aftur.

Hevur tú viðmerkingar til myndina, veitst tú nøvn á persónum, árstal ella annað, so er at skriva tað niðanfyri