Mynd úr Vágsbio í 1960unum.
Á myndini eru:
Fremst frá vinstru: Elitha, Karolina Enni, Petur hjá Presti, John Hansen, Virgar Joensen
2. rað frá vinstru: Lena Augustinussen, Sigurd hjá Zacharias og Olgu, Tom Vilhelm
Árstal:
Myndina hevur Bygdasavnið fingið frá Óluvu hjá Jørgen Olsen.
Virgar og Petur hjá Presti.
Hetta var ikki í biografinum hjá Jørgen tí hann opnaði í 1963 og veggurin úteftir var prýddur við málningi av vatninum.
Gentan longst til vinstru Elitha, nr. 2 Karolina Strøm (Enni), nr.3 Lena hjá Petan Bein,drongurin millum Petur hjá Presti og Virgar haldi eg er John Hansen. Jú hattar er í biografinum hjá Jørgin
Hetta er uttan at ivast hjá Jørgini.
Myndin á vegginum eystirefur kann verað broytt, men eg kann endaveggin aftur.
Sama við næstu mynd.
Vid síduna av Lenu situr Sigurd hjá Zacharias og Olgu og so eg.
Jú hattar er í biografinum vesturi á Gørðunum,je vísti hjá jørguni í 5 ár (1978 til 83)
tá var mynd av vatninum og 2 svanar á vegginum eystureftir.Minnist við síðina av filmsholinum vóru 2 hol vestanfyri og eitt eystanfyri filmsapparatið sum mann kundi hyggja ígjøgnum úr operatørrúminum(gratis).(sæst á myndini).Tað var ikki pera,men “kolurstengur” sum hevði ein spenning á 10000volt haldi je,sum gjørdi ljós,sama sum ein pera.Linsurnar vóru 2, cinemascoop og widescreen,gloymdi mann at skifta blivu fólkini sum í Tivoli long og kløn,og so trampaðu fólk.
Drongurin vid 7tali kundi veri Olivur hjá Frederik úr Sandvík