Vatnflogfar í Vági í 1931

Vatnflogfar í Vági í 1931, tá amerikanarin Cramer var í Vági við sínum vatnflogfari.

Árstal: 1931.

Myndina tók: Sanna við Hvanndalsá

Bygdasavnið hevur fingið myndina frá Elisabeth Joensen. Maður Elisabeth, Alvin Joensen (sáli), bjargaði eina rúgvu av negativum hjá Sannu við Hvannadalsá, sum skuldu beinast burtur, hesi hevur Bygdasavnið fingið og eru tey skannaði inn.

Um Sannu við Hvanndalsá Sanna við Hvanndalsá – ella Susanne Djurhuus (*05.06.1895 – †03.05.1973), sum hon varð doypt – var á ungum árum í Danmark og lærdi til sjúkrasystur. Og tá fekk hon eisini áhugað fyri myndatøku og tók nógvar myndir, sum vit í dag hava gleði av. Tær flestu myndirnar eru merktar við tekstinum “parti fra…” og eru myndirnar tí lættar at kenna aftur.

Author: Admin

1 thought on “Vatnflogfar í Vági í 1931

  1. Pilot Parker ”Shorty” Cramer og Navigatør Oliver Paquette. Flogfarið var eitt Bellanca 38-30 “Pacemaker”. Eitt av heimsins fyrstu diesel flogførðum. Planurin var at fyrireika eina postrutu frá USA til Scandinavien. Teir neyðlendu í Vági 7 august 1931 pga. mangul uppá diesel. Teir fóru víðari dagin eftir. Komu til Shetland.. 9 august 1931 fóru teir til Noregs. Teir fórust í Norðsjónum í illveðri. Seinasta man hoyrdi frá teimun var “I can see the coast of Norway”. Vrakið var funni 5 mánar seinni.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *