Standard TG 687 við Løðhamarsbrúgv

Standard TG 687 við Løðhamarsbrúgv

Trýst á myndina fyri at fáa myndina í fullari stødd!

Lagt út: 22. mar. 2012

Myndaevni: Skip

Um myndina:

Skonnartin Standard TG 687 við Løðhamarsbrúgv í Vági. Jaspur A. Hjelm á Løðhamri í Vági átti Standard. 12.mars 1934 sigldi skonnartin Standard úr Vági á eitt sker á Norðurlandinum í Íslandi og gjørdist vrak. Manningin varð bjargað.

Árstal:

Myndina tók: Sanna við Hvanndalsá

Bygdasavnið hevur fingið myndina frá Elisabeth Joensen. Maður Elisabeth, Alvin Joensen (sáli), bjargaði eina rúgvu av negativum hjá Sannu við Hvannadalsá, sum skuldu beinast burtur, hesi hevur Bygdasavnið fingið og eru tey skannaði inn.

Um Sannu við Hvanndalsá Sanna við Hvanndalsá – ella Susanne Djurhuus (*05.06.1895 – †03.05.1973), sum hon varð doypt – var á ungum árum í Danmark og lærdi til sjúkrasystur. Og tá fekk hon eisini áhugað fyri myndatøku og tók nógvar myndir, sum vit í dag hava gleði av. Tær flestu myndirnar eru merktar við tekstinum “parti fra…” og eru myndirnar tí lættar at kenna aftur.

1 Comment

  1. Emily Midjord

    Standard bleiv keypt til Porkeri 1930

Hevur tú viðmerkingar til myndina, veitst tú nøvn á persónum, árstal ella annað, so er at skriva tað niðanfyri