Um myndina:
Føroyska landsliðið í 1930unum. Á myndini er m.a. Palli Kiksl (sitandi fremst til vinstru), sum var fyrsti landsliðsleikari úr Vági.
Á myndini eru:
Árstal:
Úr savninum hjá Vágs Sóknar Bygdasavni
Úr savninum hjá Vágs Sóknar Bygdasavni
Føroyska landsliðið í 1930unum. Á myndini er m.a. Palli Kiksl (sitandi fremst til vinstru), sum var fyrsti landsliðsleikari úr Vági.
Á myndini eru:
Árstal:
Haldi meg heilt vist vita hvørjir tríggir av teimum í aftasta rað eru:
Ytst til høgru: Carl Nolsøe, annar frá høgru: Jens (“Jenna”) Nolsøe og fjórði frá høgru: Jógvan (“hjá Axali”) Nolsøe. TB’arar og brøður.
Teir báðir til vinstru í miðraðnum eru uttan iva Herluf Hansen og Grækaris Gregoriussen, HB’arar. Onkur vil vera við at málmaðurin er Poul Holm, TB.
Liðleiðarin ? Kanska Poul Niclasen, blaðstjórin á Dimmalætting.
Ivist í at myndin skal vera frá 30’unum. So eru onkrir av spælarunum rættuliga tilkomnir – mær kunnugt er Jógvan, tann elsti av pápabeiggjunum, føddur í 1893.
Tann,sum situr niðri,longst til vinstru,er Palli Beder við Kiksli úr Vági.
Myndin er av landsliðnum, sum spældi í Íslandi í 1929.
Myndin er í bókunum hjá Árna Dahl (Úr Føroya ítróttasøgu) og Suna Merkstein (Teir reystastu dreingir í norðum), har øll nøvnini verða upplýst.
Tað sær tó út til, at hendan myndin er speglvend (ella eru hinar tað?).
Hvør eigur hesa myndina? Gott um hon kundi verið skannað størri.