Venus TG 498 og onnur skip í Føroyingahavnini

Venus TG 498 og onnur skip í Føroyingahavnini. (Venus liggur innast við keiina)

Okkum er sent:
Deksbáturin sum liggur innast við kajuna í Føroyingahavnini er garðabáturin VENUS TG. 498, 7,48 tons, bygdur í Fredrikssund í 1911, til J. Dahl á Gørðunum í Vági. Hann hevði 1 cyl gamma motor 25/30 hk. Pinsaaftan 1959 fór City of Norwich av Vági til Grønlands til fiskarí, hon sleipaði tá Venus til Grønlands. Lars Davidsen skuldi rógva út í Føroyingahavnini við Venus. Lars hevði konu sína við sum kok, Ina var í fleiri ár við sum kokkur. Venus endaði sínar dagar í Godthaab (Telling keypti hann).

Á myndini:

Árstal:

Myndina tók:

Myndina hevur Bygdasavnið fingið frá Linjohn Kærbech.

Author: Admin

1 thought on “Venus TG 498 og onnur skip í Føroyingahavnini

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *