Esther hjá Missinum og Anna hjá John í 1930unum

Anna hjá John (Anna Petersen) og Esther hjá Missinum (gitf við Magnus Jacob Jacobsen (Missurin, og dóttur Magnus Dahl) í Keypmannhavn í 1930unum. Børnini eru tey trý hjá Elsu og Rudolf Dahl (Rudolf var beiggi Esther).

Á myndini eru: (frá vinstru) Magnus, Esther Jacobsen, Anna Petersen, Hanna (í vogninum) og Ásla.

Árstal: 1936.

Myndina hevur Bygdasavnið fingið frá John V. Petersen.

 

Jón Dahl Joensen um myndina:

Myndin er allarhelst frá 1936. Tað eru børnini hjá Elsu og Rudolf Dahl (Rudolf var beiggi Esther og sonur til Magnus Dahl, eisini nevndur Magnus á Gørðunum). Uttast til høgru er Ásla, Magnus longst til vinstru og Hanna í vogninum. Ásla fødd 21. Nov. 1930, Magnus føddur 30. Sept. 1932, Hanna fødd 14. Apr. 1935

Um 2 ár seinni mistu hesu trý børn mammu sína og Esther var send til Danmarkar eftir børnunum, sum fluttu til Føroyar og vuksu upp hjá abbanum Magnusi og ommuni Helenu í Vági. Ásla og Hanna búgva í Vági (mars 2012). Magnus andaðist í Danmark 13. Sept. 2000.

 

 

Author: Admin

1 thought on “Esther hjá Missinum og Anna hjá John í 1930unum

  1. Myndin er allar helst frá 1936.
    Tað eru børnini hjá Elsu og Rudolf Dahl (Rudolf var beiggji Esther og sonur til Magnus Dahl – eisini nevndur Magnus á Gørðunum.
    Uttast til høgru er Ásla, Magnus longst til vinstru og Hanna í vogninum.
    Ásla fødd 21 Nov 1930
    Magnus føddur 30 Sep 1932
    Hanna fødd 14 Apr 1935

    Um 2 ár seinni mistu hesu trý børn mammu sína og Esther var send til Danmarkar eftir børnunum, sum fluttu til Føroyar og vuksu upp hjá abbanum Magnusi og ommuni Helenu í Vági.
    Ásla og Hanna búgva í Vági. Magnus andaðist í Danmark 13 Sept 2000

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *