Mynd av manningini á sluppini Harry TG 651. Myndin er frá 1930.
Sluppin Harry TG 651 fórst annars undir krígnum.
Á veg úr Aberdeen til Vágs varð Harry 24. mai 1941 álopin av týskum flogfari eystanfyri Skotland. Bumburnar raktu ikki, men skipið fór at leka illa. Vestmannaskipið “Fram” og “Isabella” av Tvøroyri komu til og bjargaði manningini. Hetta var sera heppið, tí skipsbáturin var so gjøgnumholaður av kúlum frá bumbuflogfarinum, at hann valla kundi flóta. Poul J. Beder, vanliga nevndur Pollurin, í Vági átti Harry.
Á myndini: Martin í Skorti, Petur á Brekkuni, Tummas Veihe (nevndur Mene), Jacob Toftum (Jakki í Kálhaganum).
Árstal: 1930
Myndina tók:
Myndina hevur Bygdasavnið fingið frá Niels við Gjógvará