Saint Jacques TG 56 á Vági í 1966

Saint Jacques TG 56 á Vági í 1966

Trýst á myndina fyri at fáa myndina í fullari stødd!

Lagt út: 22. nov. 2012

Myndaevni: Skip

Um myndina:

Sluppin Saint Jacques TG 56 varð smíðað í St. Servant í Fraklandi í 1918. Saint Jacques var 29,54 m. long og 7,99 m. breið og 173,33 BRT til støddar. Saint Jacques varð sokkin í 1973.

P/f T. J. Vilhelm í Vági átti Saint Jacques.

Á myndini: 

Árstal: 1966

Myndina tók: 

 

2 Comments

  1. Jan Joensen

    SAINT JACQUES, TG 56, Vágur.

    Eigari: T.J. Vilhelm.
    1918: bygdur í St. Servant, France.
    1973: Søktur á Vágsfjørði.

  2. J.M.ABSALONSEN

    Meini at rætta árstali er 1965. Mikkjal Djurhus og eg hjálpti til

    tá íð Victor og aðrir riggaðu skipið til sildaveiðu, tá skuldi
    Kári.Horn verða skipari fyrsta túrin.

Hevur tú viðmerkingar til myndina, veitst tú nøvn á persónum, árstal ella annað, so er at skriva tað niðanfyri