Á vegnum um Sandin

Á vegnum um Sandin – við Kikslið og á Báraldarbakka í bakgrundini. Ovastu hús í grannalagnum eru húsini hjá Palla í Tøðuni (nú hjá Arnfinni Thomasen).

Húsini hjá Mortan Vinther (bakar) eru bygd í 1948, tey standa í gerð.

Á myndini eru ein ung kvinna og ein bretskur hermaður. Í mølini spæla 2-3 børn (sæst ikki gott). Og ein bátur liggur uppi á turrum til høgru í myndini, hatta er Fremad hjá  Sandur við Misá.

Á myndini eru:

Árstal:

Myndina tók:

 

Tá “Fremad” brendi
“Fremad” var ein motorbátur, sum Sandur við Misá átti, men hesin bátur varð settur á land niðanfyri á Báraldarbakka, og hevði sostatt staðið á turrum í fleiri ár.

Seinnapartin henda minniliga nýggjársaftan (hetta hevur verið í umleið 1947-48), tá ið “Fremad” brendi, høvdu teir yngru dreingirnir vesturi í Bø verið umborð og brent bál á dekkinum á hesum báti og gav tað ivaleyst teimum dreingjunum, ið vóru eitt sindur eldri, hugskotið at seta eld á bátin seinni um kvøldið.

Hetta sama kvøldið varð síðani farið undir at savnað inn tilfar til bálið, sum skuldi verða so stórt sum gjørligt. Fingið varð til vega bæði hoyggj og ráolja, sum hesir unglingar, nógvir í tali, bóru vestur á Sandin. Oljuna høvdu teir fingið sær frá motorbátunum, sum lógu við Garðabrúgv.

Tá ið teir hildu at Sandur, sum átti bátin, var lagstur um kvøldið, varð eldur settur á, og bálið bleiv sum væntað øgiliga stórt, ja eitt tað størsta sum menn vita um. Hetta bálið, sum vardi tað mesta av náttini, var sum sagt sera stórt, mest tí at olja allatíðina varð oyst á bátin, sum var so ”gjøgnumsýraður” av ráolju.

Veðrið hetta kvøldið var serstakliga gott og login fór beint upp í luftina. Seinni tá ið Sandur fekk at vita, hvat hesir unglingar og nakrir tilkomnir menn, sum eisini vóru við, høvdu havt fyri, varð hann í øðini, men hesir komu tó ongantíð at endurgjalda tann brenda bátin.

At hetta var eitt upplivilsi tá í tíðini, ja, ein stórhending, er einki at ivast í, og tá bálið var av tí størsta, var mestsum øll bygdin samankomin, ja í øllum førum líka so nógv sum tað plagar nú á døgum.

Kelda: www.nyggjar.fo

 

Author: Admin

2 thoughts on “Á vegnum um Sandin

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *