3 thoughts on “Í veitslu / føðingardag

  1. Við síðuna av Kalinum situr ein dóttur Palle Kiksl,je haldi tað er Kristianna. Tann eldri maðurin er Johnnurin (gamli postmaðurin)

  2. Bygdarmaðurin Bjarni Ellingsgaard,sum er á myndini, var helst føddur í 1934, eini 5-6 ár eldri enn eg. Hann var av fimastu og sterkastu monnum. Pápi hansara æt Óli og var beiggi Petur Otto, sum búði í Vági. Hann átti beiggjarnar Jaspur, sum var ein sera raskur skipari í Esbjerg, men flutti seinni aftur til Eiðis. Kona hansara æt Andrea, f. Poulsen, so var tað Jóan Petur, róptur Pedda, sum stutt síðani andaðist í Esbjerg, so Hans, sum fekk sær eftirnavnið Høghamar. Bjarni og eg vóru fermenningar. Ættarrøtur okkara eru úr bóndahúsinum “í Garði”. Fyrsti ættarfaðir okkara í Føroyum var norðmaðurin Knud Olsen Ellingsgaard, sum kom Sandavágs at læra føroyingar at arbeiða við plógvi. Hann búsettist á Eiði.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *