Sleipnir við kei og Smiril á fjørðinum í Vági

Sleipnir við kei og Smiril á fjørðinum í Vági.

Árstal: (møguliga 1932)

Myndina tók: Sanna við Hvanndalsá

Bygdasavnið hevur fingið myndina frá Elisabeth Joensen. Maður Elisabeth, Alvin Joensen (sáli), bjargaði eina rúgvu av negativum hjá Sannu við Hvannadalsá, sum skuldu beinast burtur, hesi hevur Bygdasavnið fingið og eru tey skannaði inn.

Um Sannu við Hvanndalsá Sanna við Hvanndalsá – ella Susanne Djurhuus (*05.06.1895 – †03.05.1973), sum hon varð doypt – var á ungum árum í Danmark og lærdi til sjúkrasystur. Og tá fekk hon eisini áhugað fyri myndatøku og tók nógvar myndir, sum vit í dag hava gleði av. Tær flestu myndirnar eru merktar við tekstinum “parti fra…” og eru myndirnar tí lættar at kenna aftur.

Author: Admin

1 thought on “Sleipnir við kei og Smiril á fjørðinum í Vági

  1. Hyggja okur nærri at myndini sæst, at skipið við kei er Sleipner, ferðamannaskip, ið røkti rutuna millum Føroyar og Danmark. Skipið úti á fjørðinum er Smiril, bæði skipini flaggskrýdd, kanska er hetta dagurin, tá Smiril kemur fyrstu ferð á Vág í 1932.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *