Smiril á Vági

Smiril á Vági

Trýst á myndina fyri at fáa myndina í fullari stødd!

Lagt út: 22. feb. 2012

Myndaevni: Skip

Um myndina:

Smiril (ella Smiril II, tí hetta varð tann næsti í røðini) á Vági.

Í 1931 lat Løgtingið nýggjan Smiril smíða í Frederikshavn, og hann kom til Føroya í 1932. Tá ið hann kom á Havnina, varð hann móttikin við bæði tónleiki og sangi, og fólk helt hann vera eitt ógvuliga vakurt skip og serstakliga innan við stórari salón, bleytum sofum og stólum. Eisini var ein lítil roykisalón og kahúttir niðriundir til ferðafólkið og á dekkinum til yvirmenninar. Eftir tátíðar krøvum var hetta eitt stásiligt ferðamannaskip, sum sigldi til tær stóru bygdirnar eftir fastari ferðaætlan, sum t.d. Vestmanna, Vágar og onkuntíð Mykines, Nólsoy, Klaksvík og bygdirnar á eystursíðuni á Eysturoy, Sandoy og Suðuroy. Tveir dagar eftir, at hann var komin, varð hann settur í sigling millum oyggjarnar.

Árstal:

Myndina tók Alec Forrest.

Hevur tú viðmerkingar til myndina, veitst tú nøvn á persónum, árstal ella annað, so er at skriva tað niðanfyri