Pløgir eftir bumbuálop á Marknoyri

Erling Magnussen pløgir á Marknoyri eftir bumbuálop á Vág.

Eitt týskt flogfar gjørdi 4. februar 1942 álop á Vág. 4 bumbur vórðu tveittar á Marknoyri. Allar brustu ikki, tí tá farið varð undir at grava út fyri Eldrasambýlinum, varð komið fram á eina bumbu, sum ikki var brostin. Hon varð flutt í grótbrotið í Skørðunum í Porkeri, har hon varð sprongd.

Umframt at bumba á Marknoyri skjeyt flogfarið eisini við maskinbyrsu á leigini inn yvir bygdina. M.a. varð skotið niður gjøgnum takið á húsum við Krosslið. Petur Nolsø eigur húsini í dag, sum eru varðveitt í upprunastandi. Holini eftir kúlunum eru enn bæði í loftinum, songarstokkinum og í gólvinum.

Á myndini er: Erling Magnussen 

Árstal: 1942.

Myndina hevur Bygdasavnið fingið frá Henrikku Joensen.

Author: Admin

1 thought on “Pløgir eftir bumbuálop á Marknoyri

  1. Umframt at bumba á Marknoyri skjeyt flogfarið eisini við maskinbyrsu niður gjøgnum takið á húsinum hjá foreldrum minum Anna og Karl á Marknoyri.

Skriv et svar til Elin Nolsøe Annuller svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *