4 thoughts on “Eldur í

  1. Umleið 1955/56
    Hatta vóru húsini hjá Sigmund og Mariannu á Mýri, bygd einaferð í 1890-unum. Marianna var slektað av Mýri (systir Tummas, Jákup á Mýri og fl) og hon giftist við Sigmundi Henriksen av Kirkju. Tey bygdu húsini, millum húsini hjá Magnus á Báraldarbakka og Kafferið, eitt sindur ovari, har sum koyrivegurin í dag er. Børnini hjá Mariannu og Sigmund Henriksen (Lisa, Mia og Sigurd) fluttu niður sum ung, og einaferð í 1930-unum fluttu tey gomlu eisini, og tey doyðu undir krígnum og eru grivin í Keypmannahavn. So nú var eingin eftir í Vági av familjuni, uttan sonur Mariannu, Jacob Joensen, Jakku á Mýri, hann var ógiftur, men hann hevði um 1920 bygt tey húsini, sum standa vestan fyri Meinigheitshúsið, har sum Lisabeth og Jakku á Oyri búðu, í dag Óli Emil. Jakku á Mýru gekk burtur við Gracienum Í 1942
    Veit ikki, um tey tey gomlu Marianna og Sigmund vóru aftur í Føroyum, men børnini vóru fleiri ferðir og ferðaðust og vitjaðu familjuna í Vági, tey á Mýri. Sigurd sonurin var entreprenørur og gjørdi m.a. vegarbeiðir í Keypmannahavn og har um leiðir. Lisa var gift í Keypmannahavn og Mia giftist við Axel Andersen, og tey áttu eina dóttir Grethe, gift Fauner.
    Aksel hjá Jóin keyptu húsini, og tey búðu har, inntil tey bygdu inn á Bakka. Húsini stóðu tóm eina tíð. Kommunan hevði ætlan um at gera veg, har sum húsini stóðu, eisini varð tosað um at húsini vóru full av fýri, og ein dagin (uml 1955/56) varð eldur settur á húsini, og nakað eftir kom vegurin.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *