3 thoughts on “Landsliðið í 1930unum

  1. Haldi meg heilt vist vita hvørjir tríggir av teimum í aftasta rað eru:
    Ytst til høgru: Carl Nolsøe, annar frá høgru: Jens (“Jenna”) Nolsøe og fjórði frá høgru: Jógvan (“hjá Axali”) Nolsøe. TB’arar og brøður.
    Teir báðir til vinstru í miðraðnum eru uttan iva Herluf Hansen og Grækaris Gregoriussen, HB’arar. Onkur vil vera við at málmaðurin er Poul Holm, TB.
    Liðleiðarin ? Kanska Poul Niclasen, blaðstjórin á Dimmalætting.
    Ivist í at myndin skal vera frá 30’unum. So eru onkrir av spælarunum rættuliga tilkomnir – mær kunnugt er Jógvan, tann elsti av pápabeiggjunum, føddur í 1893.

  2. Myndin er av landsliðnum, sum spældi í Íslandi í 1929.
    Myndin er í bókunum hjá Árna Dahl (Úr Føroya ítróttasøgu) og Suna Merkstein (Teir reystastu dreingir í norðum), har øll nøvnini verða upplýst.
    Tað sær tó út til, at hendan myndin er speglvend (ella eru hinar tað?).
    Hvør eigur hesa myndina? Gott um hon kundi verið skannað størri.

Skriv et svar til Axel Nolsøe Annuller svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *