Sunbeam TG 358

Sluppin Sunbeam TG 358 varð smíðað í Gorleston í Onglandi í 1878 hjá Henry Andrew Morris. Sunbeam var 83 BRT til støddar.

D. J. Vilhelm keypti Sunbeam til Vágs úr Yarmouth í Onglandi 2. juli 1901. Seinni, 6. feb. 1909, keyptu Jákup Dahl, Jógvana Dahl, Magnus Dahl, Petur Dahl, Tummas Joh. Vilhelm, og Magnus Veyhe Sunbeam. Teir áttu hvør sín 1/6 í skipinum. 29. feb. 1934 seldur T. J. Vilhelm og Magnus Veyhe sínar sættapartar til A/S J. Dahl á Gørðunum.

Sunbeam fekk motor ísettan í 1934, ein Skandia 43 hk.

Sunbeam varð løgd fyri teym í 1947. Í des. 1950 varð skipið søkt.

Árstal:

Author: Admin

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *