Traveller TG 331

Traveller TG 331 varð smíðað av Smith Brothers í Grimsby í Onglandi í 1880. Traveller var 76,34 BRT til støddar.

Traveller varð keypt frá Robert Marshall úr Grimsby í Onglandi 26. okt. 1903 fyri 332 pund. Jákup Dahl, og synirnar Jógvan Dahl, Magnus Dahl, Petur Dahl og versynirnar Tummas Joh. Vilhelm og Magnus Veyhe áttu hvør sín sættapart í Traveller.

A/S J. Dahl á Gørðunum átti Traveller.

Í 1917 verða sluppirnar “Elsa” (78 brt.) og “Britannia” (69 brt.) av Tvøroyri og Beinir (73 brt.) út Fuglafirði steðgaðir av einum kavbáti, og eftir at manningin hevur fingið boð um at fara í bátarnar, verða skipini sprongt við spreingiløðingum, sum týskarnir leggja umborð. Á sama hátt søkkja týskararnir 24.mei “Traveller” (76 brt.) úr Vági, “Streymoy” (81 brt.) og “Brestir” (69 brt.) úr Havn og Margrethe (104 brt.) av Viðareiði og “Orion” úr Fuglafirði.

Árstal:

Author: Admin

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *