Trýst á myndina fyri at fáa myndina í fullari stødd!
Lagt út: 02. mar. 2012
Myndaevni: Fólk í bygdini
Um myndina:
Á keiini í Vági í 1930unum.
Á myndini eru:
Árstal:
Myndina hevur Bygdasavnið fingið frá Heina Madsen. Myndina tók Søren Madsen.
Úr savninum hjá Vágs Sóknar Bygdasavni
Úr savninum hjá Vágs Sóknar Bygdasavni
Lagt út: 02. mar. 2012
Myndaevni: Fólk í bygdini
Á keiini í Vági í 1930unum.
Á myndini eru:
Árstal:
Myndina hevur Bygdasavnið fingið frá Heina Madsen. Myndina tók Søren Madsen.
Kvinnan, ið stendur áraka húsunum hjá Ernst hjá Andrassi – man hon ikki vera Fru Johannesen?
Heini Madsen skrivar:
Fólkini á keiini í 1930unum: Har veit eg, at maðurin við myndatólinum er Niels Niclasen av Tvøroyri, men tá var hann krambakallur á Løðhamri og búði í Klubbanum hjá abba mínum, Christian Christiansen, eisini kallaður Eiðis-Christian. Beint aftanfyri Niels (til vinstru á myndini) stendur Josejina Stræm, sum tá var jarðamóður í Vági og eisini búði í Klubbanum. Hon giftist til Sandavágs.
Kvinnan við síðuna av Josefinu Strøm,er Josefina Poulsen,gift við
Mortan Poulsen politisti.Maðurin í keppi beint við síðuna av er
Beiurin,hann var eisini gubbi at Josefinu Poulsen.
Gentan beint frammanfyri við síðuna av dronginum í myrkum klæðum
og hvítum skóm er Lilly dóttir Josefinu Poulsen,hon búsettist í
Vestmanna.
Til høgru við síðuna av manninum við myndatólinum í hvítum hatti
haldi eg tað kann vera Alla dóttir Edward av Selatræð.Hon búsettist
á Fejø.